Verkafólkavangin: Hansina

💪VERKAFÓLKAVANGIN 21. OKT. 2022💪



Takið væl ímóti Hansinu Andreasen, sum myndar #verkafólkavangan hesa vikuna💪

Hansina er 66 ár og hevur arbeitt á Kósini í Klaksvík seinastu 23 árini🤩

Á Kósini verður serliga arbeitt við at viðgera upsa🐟 Hansina er reinskerari, og tað dámar henni sera væl👏

Hon hevur gjøgnum hesi 23 árini roynt seg á ellsiheimi, sjúkrahúsi og kantinum runt umkring. Men Hansina endar altíð aftur “heima” á Kósini💙

Í marsmánað fer Hansina á pensión. Og hóast henni dámar sera væl flakavirkislívið, gleðir hon seg eisini nógv at sleppa á pensión.

Túsund takk fyri, Hansina, at tú vildi vera við til at seta hol á hetta nýggja átakið hjá okkum, Verkafólkavangin, og alt tað besta til tín og tíni!🙏💛