Poddvarpið
Brellbiti

Ein brellbiti til poddin kann hoyrast her

1. Strongd á arbeiðsplássinum
Vit leggja hart út við evninum “strongd á arbeiðsplássinum”.
Elisa Vang tosar við Niclas Hera Jákupsson, sum sjálvur hevur havt strongd og nú dagliga arbeiðir við at fyribyrgja strongd á arbeiðsplássum kring alt landið.
Høvuðsboðskapurin hjá Niclas Hera er, at um vit skulu fyribyrgja strongd, mugu vit læra okkum at siga frá; og at tað er umráðandi, at vit í Føroyum læra okkum at tosa um strongd í einum fordómsfríum tóna.

Finn poddin facebooksíðuni hjá Verkavarpinum ella her.

2. Stríðsdagur arbeiðaranna: líkaløn í 40 ár

1. mai er stríðsdagur arbeiðaranna. 
Í hesum serliga 1. mai-poddinum, tosa vit við Ingeborg Vinther, fyrrverandi forkvinnu í Føroya Arbeiðarafelag, um nakrar varðar, hon legði eftir sær fyri arbeiðaran í Føroyum alla ta tíð, hon var aktiv í fakfelagsrørsluni. 
Serliga tosa vit um formligu líkalønina millum kvinnur og menn, sum kom í gildi fyri júst 40 árum síðani í dag. 
Tað vóru Ingeborg Vinther og Andrea Árting, sála, sum vóru "primus motor" handan sáttmálasamráðingarnar, sum tryggjaðu kvinnum í Føroyum líkaløn hin. 1 mai í 1981.

Finn poddin á facebooksíðuni hjá Verkavarpinum ella her

3. Tíðin eftir sjúku

Svend Højgaard greiðir frá nøkrum av avbjóðingunum, hann upplivdi, tíðina aftaná sjúkramelding. Og Mimi Steintórsdóttir, advokatur, greiðir frá, hvørji rættindi starvsfólk og starvssøkjandi hava í samband við sjúkramelding - og tíðina aftaná sjúkramelding.

Finn poddin facebooksíðuni hjá Verkavarpinum ella her

4. Arbeiðið og tú - ein kanning

"Arbeiðið og  tú" er ein kanning, sum Deildin fyri Arbeiðs- og Almanaheilsu ger í løtuni.  Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur og verkætlanarleiðari, er gestur í Verkavarpinum hesaferð, har hon greiðir frá kanningini, Arbeiðsumhvørvið og tú; hvat hon snýr seg um, og hvat tey vænta at fáa burturúr.

Finn poddin facebooksíðuni hjá Verkavarpinum ella her

5. Ung til arbeiðis - er órættur á matskránni?

Ung í Føroyum eru ikki nóg tilvitað um síni rættindi á arbeiðsmarknaðinum. Tað er tað í øllum førum nógv sum bendir á, sigur Rókur Herup Olsen, formaður í Unga Tjóveldi, sum er ein av gestunum í Verkavarpinum hesaferð.  Ungmannafelagið byrjaði fyri stuttum átakið "Er Órættur á Matskránni", har tey heittu á ung á arbeiðsmarknaðinum um at senda sínar søgur inn, um tey høvdu verið fyri órætti á arbeiðsplássinum. 
Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, hevur drúgvar royndir í fakfelagsarbeiði, og í hesum poddinum kemur hon við nøkrum boðum uppá, hvussu vit kunnu bøta um støðuna hjá ungum á arbeiðsmarknaðinum.

Finn poddin facebooksíðuni hjá Verkavarpinum ella her

6. Arbeiðsvanlukkur og vinnusjúkur

Boðskapurin er týðiligur frá Leivuri Persson, stjóra í Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, og Pál Weihe, arbeiðsmedisinara: boðið frá arbeiðsskaða og/ella vinnusjúku!
Tað er av alstórum týdningi, at skaðar og sjúkur, ið standast av arbeiðnum ella arbeiðsumstøðunum verður fráboðað til ávikavist arbeiðseftirlitið og kommunulæknan, um arbeiðast skal ímóti eini nullhugsjón hvørjum arbeiðsskaðum viðvíkur.

Finn poddin facebooksíðuni hjá Verkavarpinum ella her

7. Jólaheilsan frá fakfelagsformonnum

Tað eru nøkur grundleggjandi rættindi, sum mugu fáast til høldar til komandi samráðingar, eru teir tríggir fakfelagsformenninir í Samtaki á einum máli um. Tað er eitt nú alneyðugt, at øll fáa rætt til fasta løn. Serliga av tí orsøk, attað er serstakliga avbjóðandi at fáa bústaðarlán, tá setanarviðurskiftini eru so óviss, sum tey eru hjá tímaløntum. "Tað er skjótt at enda í einum stressaðum, pressaðum láglønarbólki", siga Georg F. Hansen, formann í Føroya Arbeiðarafelag, Jan Højgaard, formann í Føroya Fiskimannafelag og Absalon Hansen, formann í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, sum eisini - saman við Verkavarpinum - ynskja øllum limum sínum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.

Finn poddin facebooksíðuni hjá Verkavarpinum ella her

8. Kvinnudagur og Fiskepigernes Fagforening

Altjóða Kvinnudagur hevur júst verið, somuleiðis sum, at Fiskepigernes Fagforening, Føroya elsta arbeiðskvinnufelag, fylti 100 ár í januar. 
Vit hava tí tosað við Sunrid Vang, forkvinnu, um Fiskepigerne tá og nú, og hvønn týdning, felagið hevur havt fyri kvinnuligar løntakarar.

Hoyr poddin á Spotify, Apple Podcasts ella her

9. Brúkaraprístal og hvussu tað ávirkar okkum

Korona og kríggj hevur havt búskaparlig sveiggj við sær kring allan knøttin. Í løtuni uppliva vit eina ógvusliga inflatión í Føroyum, sum meira ella minni merkir, at brúkaraprístalið er økt heilt nógv. Hetta kemst serliga av methøgu oljuprísunum.
Men hvat er eitt brúkaraprístal? Hvør avger talið? Og hvussu ávirka sveiggini í brúkaraprístalinum okkum brúkarar?
Tað greiða Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum, og  Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtak, okkum frá í hesum partinum av Verkavarpinum. 

Finn poddin facebooksíðuni hjá Verkavarpinum ella her

10. Issues and rights for international workers

Welcome to our very first episode in English. 
The number of international workers in the Faroe Islands is steadily increasing. Therefore, we have decided to make an English episode where we go thorough some of the most important issues that international workers face, when entering the Faroese labour market.
Our guests are David Im, integration co-ordinator at the Immigrations Office, and Sonja Jógvansdóttir, co-ordinator of Samtak, a collaboration between four workers unions.

Listen to the podcast on Spotify, Apple Podcasts or here

11. ADHD á Arbeiðsmarknaðinum
Oktoburmánaði var altjóða adhd-mánaði. Í tí sambandi hava vit valt at varpa ljós á adhd og adhd á arbeiðsmarknaðinum. Talið av fólki, ið fáa staðfest ADHD og ADD tykist vera alsamt vaksandi, og man noyðist ikki at seta seg nógv inn í evnið, fyri at fáa eina fatan av, at henda diagnosan ávirkar at kalla alt lívið hjá einum, sum hevur tað. Tí er nærliggjandi at hugsa, at adhd ella add eisini ávirkar eins arbeiðslív. 

Men hvussu ávirkar adhd arbeiðslívið? Hvørjar avbjóðingar møtir man týpiskt? Hvørjar uppgávur kunnu verða truplar hjá fólki við ADHD at fáa loyst? Og er nøkur hjálp at heinta?  

At greiða okkum frá um evnið hava vit fingið Bjørg Dam, forkvinnu í ADHD-felagnum, og Maybritt við Strond, sum eigur fyritøkuna Málmót, í studio.
Hoyr poddin á Spotify, Apple Podcasts ella her
12. Áheitan til valevnini - fáið arbeiðsmarknaðarlógirnar uppá pláss!

”Vit eru eftirbátar á nøkrum økjum”. So bersøgin er Sonja Jógvansdóttir, fakfelagsfólk, um vantandi arbeiðsmarknaðarlógirnar í Føroyum, og vónar hon, at tey, sum verða vald á ting 8. des. vilja gera nakað við hetta. 

Sonja Jógvansdóttir og Heri Reynheim, virkandi formaður í Havnar Arbeiðarafelag, sum eru gestir í Verkavarpinum í dag, vilja bæði staðiliga heita á komandi løgting um at fáa hesar lógirnar í gildi ongantíð for skjótt.

Hoyr poddin á Spotify, Apple Podcasts ella her

13. Tann góða mynstringin

Hvussu ber man seg best at í eini setanarsamrøðu? Kann man, sum umsøkjari, tilláta sær at seta nógvar spurningar til arbeiðsplássið? Og – hvussu byrjar man best sína ferð á einum nýggja arbeiðsplássinum? Hvussu tekur arbeiðsgevarin best ímóti tær? Allir hesir spurningarnir fer Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari hjá SEV, at svara okkum í hesum partinum. Hon hevur nevniliga júst hav tein fyrilestur á Vinnurákinum, um ta góðu at mynstranina og avmynstranina á einum arbeiðplássi.

Hoyr poddin á Spotify, Apple Podcasts ella her

14. Kvinnur arbeiða dupult so nógv sum menn

Í dag er altjóða kvinnudagur og í tí sambandi varpa vit ljós á alt tað ólønta arbeiðið, kvinnur gera serliga í húsarhaldinum. Umframt alt tað praktiska, at heinta børn, støvsúgva, sortera klæðir, gera mat, skifta blæur v.m., so er tað eitt umfatandi "arbeiði" aftrat, sum kvinnur í sera stóran mun taka á seg: tað mentala arbeiðið (eisini kallað tað fjalda arbeiðið). Mentala arbeiðið inniber at minnast til foreldrafundir, tannlæknatíðir, spæliavtalur, ítróttartiltøk og so framvegis. 

Marin Eidesgaard og Súsanna Samró eru gestir í Verkavarpinum í dag. Tær hava nevniliga skrivað høvuðsuppgávu á Setrinum um júst hetta evnið, mentalt arbeiði, og niðurstøðurnar hjá teimum eru, ikki óvæntað, at samanlagt arbeiða kvinnur meir enn dupult so nógv, sum menn, tá roknað verður uppí húsligt arbeiði og mentala arbeiðið.

Góðan stríðsdag, bæði kvinnur og menn!

Poddurin kann hoyrast á Spotify, Apple Podcasts ella her

15. Yvirmøði kann samanberast við høga alkoholpromillu

Í dagsins parti tosa vit um yvirmøði. Annbjørg Abrahamsen, sálarfrøðingur, hevur júst skrivað eina PhD-verætlan um yvirmøði hjá sjófólki. Úrslitini hon kom fram til,  eru ikki smávegis skakandi. Millum annað er møðin hjá summum teirra so ógvuslig, at hon er at samanbera við eina alkoholpromillu á 1.0 . Til samanberingar kann nevnast, at promillumarkið fyri at koyra bil er 0.2!

Hoyr poddin á Spotify, Apple Podcasts ella her

16. Happing á arbeiðsplássinum
ONKI UM MEG UTTAN VIÐ MEG
Hetta slagorðið verður brúkt í ymiskum høpi, eisini innanfyri organisatiónssálarfrøði tá talan er um m.a. happing. Tað, sum liggur í orðingini er, at á arbeiðsplássinum eiga vit ikki at tosa UM hvønn annan, men heldur VIÐ hvønnannan.
Herfyri spurdu vit á sosialu miðlunum, hvørji evni tit, lurtarar, mettu átti at verðið tikin upp í Verkavarpinum. Sera nógv góð boð komu inn, takk fyri tað! Vit valdu tó evnið "happing á arbeiðsplássinum/happing millum vaksin" hesaferð.
Í poddvarpsstudio eru komin Erling Fles, sálarfrøðingur, og Birita Fritleifsdóttir Kjærbech, nevndarlimur í Starvsfelagnum. Vit trý viðgera happing; hvat er happing, hvør loysn er uppá happing, hvussu kann man fáa hjálp, og síðst men ikki minst, hvussu fyribyrgja vit happing á einum arbeiðsplássi.
Hoyr poddin á Spotify, Apple Podcasts ella her
17. Fyritíðarpensjón, tillagað starv og arbeiðsbúgving

Hvat gert tú, um tú brádliga - ella so líðandi - gerst heilt ella lutvíst óarbeiðsfør/ur? 
Almannaverkið hevur fleiri skipanir, sum kunnu hjálpa tær, um tú av eini ella aðrari orsøk gerst kropsliga ella sálarliga tarnað/ur. Millum annað arbeiðsbúgving, tilagað starv ella fyritíðarpensión.

Í verkavarpið hava vit bjóðað Elina Ludvík,  leiðara í deildini fyri arbeiðsbúgving í Almannaverkinum,  og Sonju Jógvansdóttir, samskipara í Samtaki, at umrøða, hvørjir møguleikar eru fyri fólk við skerdum førleikum.

Hoyr poddin her

18. 37 tímars arbeiðsvika

Hvat vita vit um 37 tímars arbeiðsvikuna? Hvat fer tað at kosta hvørjum? Hvørjar fyrimunir hevur tað? Bæði sosialt og ísv, bruttotjóðarúrtøkuna til dømis?

Allir hesir spurningarnar, og nógv meira, fara Jan Otto S Holm og Regin Berg at greiða okkum frá – tað vóru nevniliga teir báðir, sum gjørdu frágreiðingina um 37 tímars arbeiðsviku í 2021, sum almenni arbeiðsbólkurin arbeiðir við nú.

Hoyr poddin her