LÍVSTRYGGINGARSKIPANIN

Føroya Arbeiðarafelag hevur eina samhaldsfasta (kollektiva) skipan, har løntakarin er tryggjaður frá tí degi hann gerst aktivur limur og rindar gjøldini. Tryggingin dekkar:

  • Tryggingin dekkar:

    • Útgjald við deyða: kr. 500.000,- (01.01.25)
    • Útgjald í sambandi við hættisliga sjúku: kr. 125.000,- (01.01.25)
    • Útgjald við hættisliga sjúku hjá børnum: kr. 125.000,- (01.01.25)
    • Ískoyti til hoyritól, 1 ferð pr. oyra, upp til kr. 4.000.
    • Útgjald við 67 ½ ára aldur – tó bert hjá teimum sum hava verið ávíst áramál í skipanini: kr. 100.000 (01.01.25)

Limur, sum gerst sjúkur ella arbeiðsleysur kann halda áfram í tryggingini, um hann sjálvur hvønn mánað rindar tryggingargjald til Føroya Arbeiðarafelag, og hetta skal gerast innan 3 mánaðir frá tí at hann er givin at arbeiða. Hetta tryggingargjald er í dag kr. 300,- pr. mð.

Minnist til, at mann skal byrja at rinda beinanvegin, men vit hava givið limunum eina freist á 3 mánaðir at fáa hetta í rættlag við at rinda – men minnist so til, at:

um mann byrjar at rinda tá 2 mánaðir eru farnir, so skal man rinda kr. 600,- fyrstu ferð og síðani kr. 300,- pr. mð. framyvir
um mann bíðar til 3 mánaðir eru farnir má mann rinda kr. 900,- fyrstu ferð og síðani kr. 300,- pr. mánað framyvir.
Og hevur mann ikki rinda gjøldini fyri hesar mánaðirnar áðrenn 3 mánað freistina, er mann ikki tryggjaður meira.

Persónur sum fer í skúla ella at arbeiða innan annað sáttmálaøki, sum t.d. handverkari og verður limur í handverkarafelag kann tó ikki halda fram í skipanini hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Meira sæst at lesa í bóklinginum her.