Í mong ár hevur Føroya Arbeiðarafelag havt sínar tryggingar hjá danska tryggingafelagunum ALKA. Men frá 1. januar 2025 verða allar tryggingarnar fluttar til Betri Pensjón.
Føroya Arbeiðarafelag bað um tilboð frá Alka og báðum teimum føroysku lívstryggingarfeløgunum. Útfrá tilboðunum, ið vit fingu, bleiv samtykt at velja Betri Pensjón.
Avtalan við Betri Pensjón inniber, at limirnir fáa somu tryggingar, sum teir høvdu í Alka. Tó so, so hava vit avgjørt at hækka upphæddirnar við deyða til 500.000 kr, og fyri ávísar álvarsligar sjúkur til 125.000 kr. Eisini er broyting gjørd soleiðis, at um sjúka rakar smábørn, eru tey við frá 1. degi tey liva, og ikki sum í núverandi trygging, sum er 6 mánaðar eftir føðing.
Sum nakað nýtt hava vit nú ískoyti til hoyritól.
Avtalan er galdandi í fimm ár – frá 1. januar 2025 til og við 31. desember 2029.
Bóklingurin sum er galdandi fyri samlagstrygging okkara sæst her.
Talan er um eina samhaldsfasta (kollektiva) skipan, har løntakarin er tryggjaður frá tí degi hann gerst aktivur limur.
Tryggingin dekkar:
- Lívstrygging fram til 67½ ár: 500.000,- (1/1-25)
- Útgjad við bráðsjúkutrygging fram til 67½ ár: kr. 125.000,- (1/1-25)
- Útgjald við hættisliga sjúku hjá børnum, upp til 18 ár: kr. 125.000,- (1/1-25)
- Útgjald við 67½ ára aldur – tó bert hjá teimum sum hava verið ávíst áramál í skipanini: kr. 100.000 (1/1-25)
- Ískoyti til hoyritól 1 ferð pr. oyra, upp til 4.000 kr.
Limur, sum gerst sjúkur ella arbeiðsleysur kann halda áfram í tryggingini, um hann sjálvur hvønn mánað rindar tryggingargjald til Føroya Arbeiðarafelag.
Hetta tryggingargjald er frá 1. jan. 2011 kr. 300,00 pr. mðr.
Konto nr. at rinda gjaldið inn á, fæst við at venda sær til limafelagið ella Føroya Arbeiðarafelag.
Um tú hevur tørv á ráðgeving og hjálp, so skal tú bara ringja til okkum sum vanligt.
Vinarliga
Føroya Arbeiðarafelag
Georg F. Hansen, formaður