Sáttmálar

Ein sáttmáli (kollektivur sáttmáli) er tann skrivliga avtala, sum Føroya Arbeiðarafelag (fakfelagið) ger við Føroya Arbeiðsgevarafelag (arbeiðsgevarafelagið). Vanliga eru samráðingar annað hvørt ár og sáttmálin er tí vanliga galdandi tvey ár, tá so nýggjur sáttmáli verður gjørdur við teimum broytingum, sum partarnir semjast um.

Í sáttmálanum síggja vit m.a. hvør lønin er, hvørja uppsagnarfreist vit hava rætt til.

Sáttmálarnar kunnu tit lesa her

Felagið hevur per 1. mai 2024 eina minstu tímaløn á kr. 153,45.

Ungdómar 14 ár fáa 50%, 15 og 16 ár 75% av vaksnamannalønini, bæði fyri normal- og yvirtíð. 

Alt eftir hvat arbeiði ein hevur og hvussu leingi ein hevur verið í starvið, eru ávísar viðbøtur sum limurin hevur rætt til. Lesast kann nærri um tað her.

Sambært grein 11 í høvuðssáttmálanum skal ein altíð hava løn fyri í minsta lagi 2 tímar, sjálvt um arbeiðið varir styttri.