Niðanfyri sæst kunningin, sum Taks hevur um, hvar frítíðarlønin skal flytast:
Hvat er kontonummarið til frítíðarlønina ?
- 6460 299.800.0: frítíðarløn við a-inntøku, t.e. vanlig frítíðarløn.
- 6460 298.808.0: frítíðarløn uttan a-inntøku, t.d. frítíðarløn í sambandi við uppsparda feriu.
Gev gætur, at frítíðarískoytið hjá mánaðarløntum skal ikki flytast á kontu
Arbeiðsgevarar skulu umsita og útgjalda ískoytið sjálvir. Vanliga verður tað útgoldið saman við lønini í apríl.