KUNNING UM BROYTING LÍVSTRYGGINGARTREYTUNUM

Løgtingið hevur samtykt at fólkapensjónsaldurin hækkar upp í 67,5 ár tann 1. juli 2024

Av tí at útgjaldingardagurin av lokagjaldinum fylgir pensjónsaldrinum, so fáa teir limir okkara, sum lúka treytirnar, og sum fylla 67 ár tann 1. juli 2024 ella seinni, útgoldið lokagjaldið hálvt ár aftaná 67 ára føðingardag teirra. 

Rættindi sambært lívstryggingini annars verða broyttar samsvarandi, m.a. at tryggingin dekkar til tann dato har limurin røkkur pensjónsaldrinum. (tvs tann dagin limurin gerst 67,5 ár). 

Fyri tey sum fylla 67 ár áðrenn 01.07.2024, er tó tann skiftisregla framvegis galdandi, at hesir limir eru dekkaðir fram til árslok 2024 í sambandi við deyða, treytað av, at tey gjalda ásettu tryggingargjøldini.

Treytirnar og mannagongdirnar eru annars óbroyttar, m.a. at gjalda limagjald og tryggingargjald og tey sum gevast at arbeiða, skulu gjalda inn fyri egna rokning.

Um limirnir hava spurningar eru teir vælkomnir at venda sær til felag okkara.

Vinarliga

Føroya Arbeiðarafelag