Verkafólkavangin: Regin

💪VERKAFÓLKAVANGIN 1. DES. 2022💪



Takið væl ímóti Regini Davidsen úr Sørvági, sum myndar #verkafólkavangan í dag 1. desembur🎄

Regin er 49 ár og hann starvast sum ‘handlingsmaður’ á Vága Floghavn✈️ Handlingsmenninir hava um hendi millum annað lasting og tøming av viðføri og frakt, og at koyra rørslutarnað við ‘ambulyftini’, ein lyft, sum hjálpir rørslutarnað upp í flogfarið.

Regin hevur fyrr starvast sum grafikari á tíðindablaði og í Kringvarpinum, harumframt hevur hann eisini roynt seg á flakavirkjum og aðra staðni. Síðan 2019 hevur hann tó starvast á flogvøllinum, og honum dámar ómetaliga væl. Trivnaðurin er góður og starvsfelagarnir síggjast eisini nógv uttanfyri arbeiðstíð👏

Nú tað stundar til jóla, sigur Regin, at arbeiðstrýstið plagar at vera nógv størri á flogvøllinum. Men tað er eisini stuttligt, tí í tí hektiska er tað eisini hugnaligt og mann møtir nógvum fólki🎁

Túsund takk fyri, Regin, at tú vildi vera við í #verkafólkavanganum og gleðilig jól❄️☃️