VERKAFÓLKAVANGIN
Takið væl ímóti Ninnu Holm, sum myndar #verkafólkavangan hesaferð
Ninna er 16 ár, og arbeiðir á TG Seafood í Hvalba
Henni dámar sera væl á fiskavirkinum í Hvalba, har hon hevur arbeitt síðan augustmánað 2022.
Á TG Seafood arbeiðir man mest við upsa Ninna sjálv, stendur sum oftast við pakkiborðið
”Fólk tóku sera væl í móti mær”, sigur hon, og leggur hon dent á, at tað er tað henni dámar best við arbeiðnum - at fólkini eru so fitt, bæði starvsfelagarnir og forfólkini.
Vit ynskja tær alt tað besta á stavs- og lívsleiðini og takka fyri, tú vildi vera við, góða Ninna
Gott vikuskifti, øll somul!