Verkafólkavangin: Fríða Poulsen
💪VERKAFÓLKAVANGIN 9. MAI 2023💪
Takið væl ímóti Fríðu Poulsen, sum myndar #verkafólkavangan hesaferð👏
Fríða er 16 ár, býr í Hvalba og arbeiðir á TG Seafood🐟🐠
Hon hevur arbeitt á TG Seafood síðan augustmánað í fjør. Á virkinum arbeiðir Fríða mest við bandfrystaran, har hon pakkar upsa, sum er skorin og frystur.
Fríðu dámar væl á flakavirkinum í Hvalba. Serliga, tí hon kendi tey flestu arbeiðsfólkini áðrenn hon byrjaði. Hon heldur, at flakavirkisarbeiði er væl egnað til ung fólk, eisini um tað bert er fyribils. “Tað kann sanniliga eisini vera tungt innímillum, men mær dámar væl”, sigur hon💪
Takk fyri, Fríða, at tú vildi vera við í Verkafólkavanganum!👏 Og vit ynskja tær alt tað besta!💙