



Takið væl ímóti Eyðfinni Joensen, sum myndar #verkafólkavangan hesaferð

Eyðfinn er 51 ár, býr í Hovi, og arbeiðir sum bussførari hjá bussfelagnum Poulsen og Ludvík

Sum bussførari kemur man eisini víða. Man møtir sera nógvum fólki - bæði føroyingum og ferðafólkum. Og so eru arbeiðstíðirnar heldur ikki at kimsa at; Eyðfinn arbeiðir aðruhvørja viku og hevur frí aðruhvørja viku

Spurdur, um hann trívist væl í starvinum, var svarið stutt: "Ja, annars hevði eg ikki gjørt tað. Øll starvsfólkini hava verið her í nógv ár".
Takk fyri, Eyðfinn, at tú vildi vera við í Verkafólkavanganum
Og vit ynskja tær alt tað besta!

