Vinnusjúkur
22.02.2022

Vinnusjúkur

Visti tú, at ein arbeiðsskaði ikki einans stendst av eini arbeiðsvanlukku?
Ein arbeiðsskaði kann eisini vera vinnusjúka.
Ein vinnusjúka er sjúka, sum stendst av, at ein er, ella hevur verið, fyri skaðiligum árini í arbeiðshøpi. Afturímóti arbeiðsvanlukkum, sum henda brádliga, so merkjast vinnusjúkur ofta ikki fyrr enn langt eftir, at skaðiliga árinið byrjaði. Vinnusjúkur koma tí ofta líðandi.
Vinnusjúkur kunnu eisini vera sjúkur, sum raka børn í móðurlívi orsakað av skaðiligum arbeiðsárinum á mammuna.
Vinnusjúkur kunnu til dømis stava frá arbeiði, har neyðugt er at lyfta tungt, har nógvur gangur er, har arbeitt verður við vandamiklum evnum ella arbeiði, ið hevur nógvar einsháttaðar og endurtakandi rørslur.
Dømi um vinnusjúkur kunnu vera tennisalbogi, astma, eksem, ovurviðkvæmi, niðursett hoyrn, kronisk pína í beinagrind og vøddum, o.a. Sjófólk, flakafólk, vaskifólk, og onnur, sum hava likamliga tung arbeiði, eru oftari í vanda fyri at fáa vinnusjúku.
Ert tú í iva, um tú hevur eina vinnusjúku, so kanst tú seta teg í samband við fakfelagið ella Vanlukkutryggingarráðið.