03.10.2019
Telefon ráðgevingin hósdagar kl 14:00-16:00
Føroya Arbeiðarafelag hevur síðani februar 2002 bjóðað limum felagsins ókeypis advokathjálp hósdagar millum kl. 16:00-18:00, har møguleiki hevur verið at spurt um ymiskt viðv. starvs- og lønarviðurskiftum.
Henda tænasta er síðani víðka, soleiðis at limir eisini kunnu leita sær ókeypis advokathjálp frá felagnum um øll viðurskifti teirra.
Hendan tænasta fevnir m.a. um at skriva skeyti, at skriva testamenti, at fáa ráðgeving í sambandi við skattaviðurskifti, almannaveitingar og annað.
Frá 10. oktober 2019 verður tíðin til advokathjálp broytt, soleiðis at hon nú er hósdagar millum kl. 14:00-16:00 við at ringja 312101.