TAÐ ER JØRGEN IÐ EIGUR AT REAGERA
16.06.2021

TAÐ ER JØRGEN IÐ EIGUR AT REAGERA

Tað er ikki Helgi a Abrahamsen, ið eigur at reagera, men Jørgen Niclasen.
Helgi Abrahamsen segði í tíðindunum í gjár, 14. juni, at støðan er so álvarslig í Almannaverkinum, at hann kennir seg noyddan at reagera og leggja uppí verkfallið.
Hetta er púra misskilt. Tað er ikki Helgi Abrahamsen, ið eigur at leggja uppí við einum lógaruppskoti, sum í so stóran mun ger seg inn á verkfalsrættin hjá allari fakfelagsrørsluni. Heldur eigur Helgi Abrahamsen at biðja sín samstarvsfelaga úti í Fíggjarmálaráðnum, sum sjálvur hevur sent allar námsfrøðingarnar og hjálparfólk heim við einum verkbanni, at seta seg aftur við samráðingarborðið og taka upp veruligar samráðingar.
Samráðingar, har annar parturin - longu áðrenn samráðingarnar byrja - hevði lagt karmarnar fyri samráðingunum og harvið hevði avgjørt, hvat samráðingarnar skulu enda við, eru ikki veruligar samráðingar.
Tíðin er farin frá, at bara annar parturin avger, hvat samráðingar skulu enda við. Tað er upp á tíðina, at vit byrja at samráðast javnbjóðis.
Tí vil Føroya Arbeiðarafelag staðiliga heita á Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðgevarafelagið um at taka samráðingarnar upp aftur. Lítil ivi er um, at blandar Løgtingið seg upp í verkfallið hjá Pedagogfelagnum, so fara tey eisini at blanda seg upp í onnur verkføll framyvir.
Verkfall er størsta og álvarsligasta amboðið, ið fakfelagsrørslan hevur. At politiski myndugleikin blandar seg uppí, og harvið roynir at taka hetta einasta og álvarsligasta stríðsstigið frá okkum, verður á ongan hátt góðtikið. Vit hava í dag fyriskipanir, ið kunnu loysa slíkar avbjóðingar í sáttmálaósemjum, eitt nú Semingslógina og Fasta Gerðarrættin.
Føroya Arbeiðarafelag átalar og mótmælir tí staðiliga ætlanini hjá landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum um at lóggeva um undantøk í Almannaverkinum, tá verkfall er.