SKEIÐ
06.10.2020

SKEIÐ

Skeið fyri álitisfólkið, felagslimum og nevndarlimum innan sáttmálaøki hjá FA.

Føroya Arbeiðarafelag skipar fyri skeiði fyri felagslimum, álitisfólkið og nevndarlimum, ið ikki hava verið á skeið áður.

 

Hvat er skeiðið m.a. um ?

·         Álitisfólkaskipanin – (hvussu álitisfólk skulu veljast, uppgávurnar hjá álitisfólkum, vernd móti tilvildarligari uppsøgn og leikluturin hjá álitisfólkum tá talan er um sáttmálasamráðingar)

·         Frítíðarlógin –  (m.a. frítíðarlønin, frítíðin, kann hald leggjast á frítíðarlønina og tá fólk gerast sjúk tá tey eru farin í feriu)

·         Leiðslurætturin hjá arbeiðsgevaranum - (hvat bestemmar arbeiðsgevarin ?)

·         Tá arbeiðsfólk gerast sjúk - (hvørjar reglur eru galdandi fyri tímalønt og fyri fastlønt)

·         Starvssetan og uppsøgn/burturvísing – (m.a. hvussu støðan er hjá løntakara tá koronasmittan ger, at fólk verða send heim og hvør munurin er millum uppsøgn og burturvísing)

Nær verður skeiðið ?

24. – 25. November 2020, frá kl. 10:00-16:00

Hvar verður skeiðið ?

Í fundarhøli 2, Tjarnardeild 7, 100 Tórshavn

Tilmelding:

Tilmelding er hjá lokala limafelagnum ella hjá Føroya Arbeiðarafelag á tlf. 31 21 01 ella við at senda ein teldupost til fafelag@fafelag.fo

Skeiðið verður bert um nóg stór undirtøka er.

Tilmelding í seinasta lagi fríggjadagin 13. November 2020

--------------------------------------------------------------------------------

Føroya Arbeiðarafelag

Stoffalág 17

100  Tórshavn

tlf. 31 21 01

www.fafelag.fo