Sáttmálasamráðingarnar
06.06.2020

Sáttmálasamráðingarnar

Truplar sáttmálasamráðingar endaðu í gjár við semju, sum gevur limum okkara 3,5 % samlaða hækking av løn og eftirløn í einum 2 ára sáttmála.

Samráðingarnar við Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum byrjaðu 11. mai 2020 eru nú endaðar við semju aftan á at semingsstovnurin var komin upp í samráðingarnar.

Samráðingarnar hava verið sera truplar, tí arbeiðsgevarafelagið hevur frá byrjan mælt til at leingja sáttmálan eitt ár uttan nakra lønarhækking yvirhøvur.

Hetta hava vit sjálvsagt púrasta víst aftur, og hóast Føroya Arbeiðsgevarafelag alla tíðina hevur brúkt koronakreppuna sum grundgeving fyri ikki at lata nakra lønarhækking, ella bert eina heilt lítla lønarhækking í einum 3 ára sáttmála, so eydnaðist tað kortini at fáa eina lønarhækking, sum í einum 2 ára sáttmála er:

Frá 01.08.2020 – lønin hækkar 2,25 % og tímalønin kemur upp á kr. 133,89 (er nú kr. 132,24)

Frá 01.08.2020 – eftirlønin hækkar 1 % og kemur upp á 11 %

Frá 01.05.2021 – lønin hækkar 1.25 % og timalønin kemur upp á kr. 135,56.

Aftaná 01.05.2021 er tímalønin hjá teimum, sum hava 11 ára starvsaldur kr. 144,03, meðan hendan tímaløn í dag er kr. 140,51.

Harumframt er rættindini hjá teimum sum fáa arbeiðsskaða betraði, bæði tá talan er um tíðina, har arbeiðsgevrain skal gjalda munin millum sjúkradagpenining og vanligu lønina, og trygdin móti at arbeiðsfólk kunnu sigast úr starvi meðan tey eru sjúkrameldað av arbeiðsskaða.

Vit høvdu vónað at fingið eina nakað størri lønarhækking, men sum støðan er valdu vit, saman við hinum arbeiðarafeløgunum, at góðtaka semingsuppskotið, sum semingsstovnurin hevur lagt fyri partarnar.

Føroya Arbeiðarafelag