RÆTTINDINI HJÁ LIMUM OKKARA SKULU NÚTÍMANSGERAST
22.03.2021

RÆTTINDINI HJÁ LIMUM OKKARA SKULU NÚTÍMANSGERAST

“Tímalønt skulu hava rætt til at blíva fastlønt og at fáa tey setanarrættindi, sum eru vanlig á arbeiðsmarknaðinum í dag. Tað er eitt av okkara fremstu málum fyri komandi sáttmálasamráðingar”, sigur Georg F. Hansen, sum á aðalfundi hjá Føroya Arbeiðarafelag síðsta fríggjadag, varð afturvalur sum formaður í nevndini. Georg F. Hansen hevur verið nevndarformaður síðan 2011 og við hesum valinum situr hann í tvey ár aftrat.
NEVNDIN AFTURVALD
Á aðalfundinum varð nevndin í Føroya Arbeiðarafelag afturvald, tey eru:
Georg F. Hansen, Miðvágur, formaður
Elin K. Sørensen, Tórshavn, næstforkvinna
Sunrid Vang, Froðba
Jógvan Páll Johansen, Haldórsvík
Amy Jacobsen, Sørvágur
Maud Túgvustein, Fuglafjørður
Suni Mortensen, Hov