Nýggja nevnd felagsins
19.03.2024

Nýggja nevnd felagsins

Á aðalfubdinum hjá Føroya Arbeiðarafelag í fríggjadagin 15. mars stóðu trý fyri vali: Elin K. Sørensen, Kollafjarðar Arbeiðarafelag, Sunrid Vang, Fiskepigernes Fagforenening á Tvøroyri og Maud Túgvustein, Fuglafjarðar Arbeiðskvinnufelag.
Elin K. Sørensen og Maud Túgvustein vórðu afturvaldar, og harumframt varð Magnus Pauli Hammer frá Eiðis Arbeiðarafelag valdur í nevndina.
Í nevndini sita nú:
Georg F. Hansen, formaður
Elin K. Sørensen, næstforkvinna
Maud Túgvustein
Suni Mortensen
Marjun S. Debes
Amy Jacobsen (vantar á myndini)
Magnus Pauli Hammer
Vit takka Sunrid fyri drúgva og trúgva tænastu í felagnum og fyri sera gott samstarv bæði í viðgong og mótgongd. Vit ynskja henni blíðan byr framyvir.
Somuleiðis bjóða vit Magnusi Paula vælkomnan í felagið, og vit síggja fram til gott samstarv, og ynskja Elini og Maud hjartaliga tillukku við afturvalinum.
Føroya Arbeiðarafelag