Kunningarskriv um Felagslívstrygging okkara
A. Alment um trygging okkara
Lívstryggingin, sum vit hava teknað fyri allar limir felagsins geva rætt til útgjald:
- tá limurin doyr (útgjald til tey eftirsitandi) í løtuni kr. 381.031,- (1/1-22)
- um limurin gerst álvarsliga sjúkur í løtuni kr. 95.257,- (1/1-22)
- um barn hjá limi gerst álvarsliga sjúkt í løtuni kr. 95.257,- (1/1-22)
- útgjald tá limurin fyllir 67 ár (ein treyt er her, at persónurin hevur verið limur minst 10
ár í alt og eisini hevur verið aktivur limur í løtuni seinastu 10 árini og goldið prosent –
limagjald, lívstryggingargjald og eftirlønargjald hesi árini) í løtuni kr. 100.000,00 (1/1-22)
B. Hvørji koma undir tryggingina?
Fyri at koma undir tryggingina skalt tú:
- vera skrásettur sum limur í einum av limafeløgunum undir FA og
- hava goldið prosentgjøldini (limagjald, lívstrygginggjald og eftirlønargjald) sambært
galdandi sáttmála.
- Fyri at fáa útgjald tá tú fyllir 67 ár skalt tú harumframt lúka treytirnar um 10 ára limaskap
í alt og limaskap í løtuni seinastu 10 árini og goldið prosent – limagjald, lívstryggingargjald og
eftirlønargjald hesi árini)
C. Hvussu er við limum sum gevast at arbeiða áðrenn teir fylla 67 ár?
Umráðandi er, at hesir limir minnast til, at teir kunnu halda áfram í lívstryggingarskipanini til
teir fylla 67 ár, men ein treyt er:
At hesir limir sjálvir gjalda kr. 300,00 um mánaðin sum tryggingargjald (í staðin fyri prosenti) á
konto:
Í Betri banka 9181-795.400.1 og viðm./vísa til 290.006 og limanr. hjá teimumTað er sera umráðandi tá peningur verður fluttur, at víst verður til niðanfyristandandi upplýsing.
Minnist til, at man skal byrja at rinda beinanvegin, men vit hava givið limunum eina freist á 3
mánaðir, at fáa hetta í rættlag við at rinda – men minnist so til, at:
• Um man byrjar at rinda tá 2 mánaðir eru farnir, so skal man rinda kr. 600,- fyrstu
ferð og síðani kr. 300,- pr. mdr. framyvir.
• Um man bíðar til 3 mánaðir eru farnir, má man rinda kr. 900,- fyrstu ferð og síðani
kr. 300,- pr. mdr. framyvir.
Og hevur man ikki rinda gjøldini fyri hesar mánaðirnar áðrenn 3 mánað freistina, er man ikki
tryggjaður meira.
Persónur, ið fer í skúla ella at arbeiða innan annað sáttmálaøki sum t.d. handverkari, og verður
limur í handverkarafelagnum, kann tá ikki halda fram í skipanini hjá Føroya Arbeiðarafelag.
D. Tey sum gerast sjúk
Um tú gerst sjúk/sjúkur og ikki kemur aftir til arbeiðis innan fyri 3 mánaðir, so er alneyðugt, at
tú sjálv/sjálvur rindar tryggingargjald kr. 300,00 um mánaðin (sum greitt frá undir C).
Um tú ikki sjálv/sjálvur rindar hetta gjald, so er vandi fyri, at tú ikki longur kemur undir
tryggingarskipan okkara.
E. Um tú ynskir at ein annar enn hjúnafelagi/sambúgvi og børn fáa lívstrygging tína útgoldna
Um tú ynskir at ein annar enn hjúnafelagi ella tann sum tú býr saman við og børn tíni skulu hava
tryggingina útgoldna um tú doyr áðrenn tað árið, sum tú fyllir 67 ár, so skal tú skrivliga boða frá
hesum á skjali, sum tú fær við at venda tær til FA.
NB! Minnist til, at limir sum gevast at arbeiða (t.d. orsakað av sjúku) missa øll
tryggingarrættindi síni, t.v.s. bæði lívstrygging, útgjald við sjúku og útgjald tá limurin fyllir
67 ár, um tey ikki sjálvi gjalda tryggingargjald kr. 300,00 pr. md. innan 3 mánaðir eru farnir frá
síðsta arbeiðsdegi.