09.02.2022
HOYRINGSSVAR - INTEGRASJÓN IKKI ASSIMILASJÓN
Føroya Arbeiðarafelag fegnast um, at uppskot er lagt fram um eina integrasjónslóg. Tørvur hevur leingi verið á eini tílíkari, og við vaksandi talinum av tilflytarum, kemur lógin í tøkum tíma.
Føroya Arbeiðarafelag tekur undir við tí mesta, tó eru viðurskifti, ið eiga at broytast ella nágreinast, soleiðis at lógin enn betur kemur tilflytarunum til góðar. Eitt nú kann nevnast, at:
- yrkisfeløg áttu at verðið skrivað inn í lógina
- ábyrgdin hjá vinnuni átti at verðið meira ítøkiliggjørd
- møguleiki gerst fyri at luttaka í skeiðsvirksemi uttan lønarmiss
- tilflytarar skulu integrerast, ikki assimilerast
Tað er týdningarmikið, at semja er um, hvat tað merkir at vera integreraður, tá farið verður undir eina tílíka integrasjónsætlan.
Integrasjón er ikki tað sama sum, at tilflytarar skulu samlíkjast (assimilerast) føroyingum. Tað hevði tískil verið ynskiligt, at hugtakið ”integrasjón” varð eitt sindur meira nágreinað í viðmerkingunum til uppskotið. Hetta kundi heilt víst eisini verið við til at flutt kjakið um útlendingar rætta vegin, tí millum manna verða hugtøkini, integrasjón og assimilering, brúkt hvørt um annað. Og eyðsæð, merkja tey ikki tað sama.
Tá henda lóg er samtykt, er umráðandi, at nóg mikið av starvsfólki og peningi verða sett av á teimum ymisku geirunum, soleiðis at til ber at fremja hetta í verki. Talan er um fleiri øki: fólkaskúlar, barnagarðar, kvøldskúlar og, ikki minst, hjá teimum, sum skulu umsita økið og harvið hava ábyrgd av integratiónsætlanin.
Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag