Gongdin hjá Eftirlønargrunninum 2018
Eftirlønaruppsparingin er løgd í donsk lánsbrøv, onnur lánsbrøv umframt alheims partabrøv. Orsøkin til, at ymisk lánsbrøv og ymisk partabrøv verða nýtt, er fyri at minka um samlaða íløguváðan og harvið, í longdini, fáa eitt nøktandi avkast. Hóast váðin á íløguni er á skynsomum stigi, kann hall koma fyri okkurt ár, og júst 2018 gav, sum kunnugt, hall. Eitt slíkt hall hevur tó avmarkaða ávirkan, serliga um leingi er, til farið verður av arbeiðsmarknaðinum og á pensjón.
Hallið í 2018 gjørdist 2,8% og kemur eftir, at íløgurnar hjá EFA hava givið vinning í 9 ár á rað. Orsøkirnar til, at 2018 bleiv eitt ár við samlaðum halli, eru fleiri. Serliga handilskríggið millum USA og Kina hevur merkt partabrævamarknaðirnir, tí hækkaðu tollsatsirnar, sum handilskríggið hevur elvt til, hava havt neilig árin á søluna hjá virkjum í londunum báðum. Hetta er viðkomandi, tí USA og Kina eru heimsins størsti og heimsins næststørsti búskapur.
Samanumtikið hava sostatt verið avbjóðingar á fíggjarmarknaðunum í 2018.
Legg tó til merkis, at í januar og februar 2019 hava partabrøvini staðið seg sera væl og hetta er ikki óvanligt eftir eitt tíðarskeið við halli.
Vinningurin 1. ársfjórðing í 2019 vigar upp ímóti hallinum í 2018, so hallið frá 2018 er longu vunnið aftur.
Ein orsøk til hetta er, at útlit loksins eru fyri, at handilskríggið kann enda skjótt, tí bæði í USA og Kina eru nýliga komin boð um hetta ynskið. Um handilskríggi, sum væntað, endar skjótt, er betri møguleiki fyri, at 2019 samlað kann gerast gott í fíggjarligum høpi, soleiðis at eisini rentan á eftirlønini í 2019 gerst nøktandi.