FØROYINGAR BÚSITANDI Í DANMARK SUM HAVA FINGIÐ SKRIV FRÁ SKAT, um “udenlandsk forhold”
15.06.2018

FØROYINGAR BÚSITANDI Í DANMARK SUM HAVA FINGIÐ SKRIV FRÁ SKAT, um “udenlandsk forhold”

SKAT  hevur sent bræv til føroyingar búsitandi í DK um, at tey hava “udenlandsk indkomst” - SKAT hevur fingið upplýsingar sendandi frá TAKS.

Hetta er m.a. eftirlønaruppsparingin sum tey hava í Eftirlønargrunni FA’s.

Tey, sum hava fingið hetta skriv, skulu upplýsa SKAT inntøkuna (renta minus umsiting) fyri árið 2016 og fyri 2017.

Hesar upplýsingar síggja tit á árligu eftirlønarfráboðanini, sum tit fáa sendandi hvørt ár.

Tit sum hava uppsparing í Eftirlønargrunni Føroya Arbeiðarafelags og hava fingið skriv frá SKAT, kunnu senda ein teldupost til fafelag@fafelag.fo og viðmerkja teirra limanr. og/ella føðidato, um tit hava tørv á hjálp at finna hesar upplýsingar.