Føroya Arbeiðarafelag gjørt avtalu við Betri Pensjón um lívstrygging fyri limir felagsins
30.12.2024

Føroya Arbeiðarafelag gjørt avtalu við Betri Pensjón um lívstrygging fyri limir felagsins

Í mong ár hevur Føroya Arbeiðarafelag havt sínar tryggingar hjá danska tryggingafelagunum ALKA. Men frá 1. januar 2025 verða allar tryggingarnar fluttar til Betri Pensjón.

Føroya Arbeiðarafelag bað um tilboð frá Alka og báðum teimum føroysku lívstryggingarfeløgunum. Útfrá tilboðunum, ið vit fingu, bleiv samtykt at velja Betri Pensjón.

Avtalan við Betri Pensjón inniber, at limirnir fáa somu tryggingar, sum teir høvdu í Alka. Tó so, so hava vit avgjørt at hækka upphæddirnar við deyða til 500.000 kr, og fyri ávísar álvarsligar sjúkur til 125.000 kr. Eisini er broyting gjørd soleiðis, at um sjúka rakar smábørn, eru tey við frá 1. degi tey liva, og ikki sum í núverandi trygging, sum er 6 mánaðar eftir føðing.

Sum nakað nýtt hava vit nú ískoyti til hoyritól.

Avtalan er galdandi í fimm ár – frá 1. januar 2025 til og við 31. desember 2029.

Faldarin sæst her.

Bestu heilsanir og gott nýggjár!

Føroya Arbeiðarafelag