Føroya Arbeiðarafelag 95 ár
í dag 18. desember 2020 fyllir Føroya Arbeiðarafelag 95 ár.
Høvuðsendamál felagsins, sum samtykt varð á stovningarfundinum var:
At fáa øll arbeiðarafeløg í Føroyum at standa saman í einari samskipan til frama fyri arbeiðsfólkið
Tørvurin á samanhaldi innan fakfelagsrørsluna er ikki minni í dag enn hann var í 1925.
Føroya Arbeiðarafelag, og tær skiftandi nevndirnar sum hava stjórnað felagnum, hava øll hesi árini stríðst fyri at skapa betri rættindi fyri vanliga arbeiðsfólkið, og sigast kann at nógvir batar eru hendir øll hesi mongu árini, hóast enn er langt eftir á mál.
Flestu arbeiðsfólk hava ásannað, at uttan samanhald er trupult at vinna arbeiðsfólkum betri kor, og vit skulu takka øllum trúføstu arbeiðsfólkunum, og lokalfeløgum okkara fyri holla stuðulin tit hava víst meginfelagnum øll hesi árini.
Av serligu umstøðunum í samfelagnum og almennu tilmælunum í sambandi við Covid-19 støðuna, so verður einki hátíðarhald í dag í sambandi við føðingardagin.
Vit ynskja limum við familju og øllum viðskiftafólkið, eini gleðilig jól og Harrans Signing í komandi ári.
Nevndin