ÁLOP Á OKKARA VUNNU RÆTTINDI
18.06.2021

ÁLOP Á OKKARA VUNNU RÆTTINDI

ÁLOP Á OKKARA VUNNU RÆTTINDI
36 fakfeløg samdust fyrrapartin í dag, fríggjadag, um at seta tiltøk í verk fyri at mótmæla tí grova álopi, sum landsstýrið ætlar at fremja móti rættinum til fakligt stríð. Nær og hvørji tiltøk verða sett í verk, verður kunnað um í vikuskiftinum.
Nú farið verður aftur til samráðingarborðið í morgin, vóna vit inniliga, at stríðsstig verða óneyðug.
Men verður uppskotið um at forbróta seg inná lógartryggjaða verkfallsrættin hjá okkum øllum, veruleiki, skulu vit við hesum gera heilt greitt, at stríðsstig verða tikin.
Tá landsstýrismaðurin saman við stjóranum á Almannaverkinum brúkar lív og heilsu, sum grundgeving fyri at taka verkfalsrættin frá úrvaldum fólki, er hetta bara eina undanførsla fyri einum skipaðum álopi á lógligt fakfelagsstríð.
Sleppa arbeiðsgevararnir at brúka lív og heilsu sum almenna grundgeving fyri at taka verkfalsrættin frá fakfeløgunum, er spurningurin bara, hvør næsta grundgeving verður. Vit ásanna, at lív og heilsa ikki skal setast í vanda, men hetta eiga arbeiðsgevarar og fakfeløg at loysa eftir teimum reglum og siðvenjum, sum longu eru galdandi.
Vit halda, at løgtingið skal halda seg langt frá hesum og lata partarnar brúka tey amboð, sum eru og hava verið galdandi fyri fakligar ósemjur – og sum higartil hava kunnað loyst allar ósemjur.
Fakfeløgini á fundi í Smæruni 18. juni 2021