Aðalfundur hjá Eftirlønargrunni Løntakaranna
(samanlagdu grunnarnir Eftirlønargrunnur Føroya Arbeiðarafelags og Eftirlønargrunnur Havnar Handverkarafelags)
Aðalfundur grunsins verður fríggjadagin 16. apríl 2021 kl. 10.00, á Hilton Garden Inn, Staravegur 13, 100 Tórshavn.
Dagsskrá sambært § 5, stk. 5 í viðtøkum grunsins:
1) val av fundarstjóra
2) frágreiðing frá nevndini um farna ár
3) framløga av ársroknskapi við grannskoðaraátekning til góðkenningar
4) val av nevnd (valdir/tilnevndir verða 7 nevndarlimir og 3 tiltakslimir í ár)
5) val av grannskoðara
6) innkomin uppskot, m.a. nýggjar viðtøkur, sum samtyktar eru á aðalfundum í
Eftirlønargrunnur Føroya Arbeiðarafelags og Eftirlønargrunnur Havnar
Handverkarafelags at galda fyri samlagda grunnin.
7) ymiskt.
Nýggju viðtøkurnar eru dagførdar og broyttar í sambandi við at grunnarnir verða lagdir saman, og broytingarnar fevna í høvuðsheitum um hvør kann møta og atkvøða á aðalfundi og val og tilnevning av nevndarlimum.
Limirnir í grunninum hava høvi at síggja viðtøkubroytingarnar við at venda sær til skrivstovu grunsins.
Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini skrivliga í hendi innan 9. Apríl 2021.
Heitt verður á feløgini, um at boða frá luttøku innan 9. Apríl.
Eftirlønargrunnur Løntakaranna