Normalarbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Hon skal vera átta tímar um dagin frá mánadegi til og við fríggjadag, og skal tann dagliga arbeiðstíðin liggja millum kl. 08 á morgni og til kl. 17 á kvøldi.
Frá kl. 17-21: 35 %
Frá kl. 21-08: 60 %
Leygardagar kl. 00-24: 65 %
Sunnu- og halgidagar kl. 00-24: 100 %
Legg til merkis, at yvirtíðin leygardag er frá miðnátt, og yvirtíðin sunnudag er 100% til miðnátt. Heldur arbeiðið áfram eftir miðnátt, stendur yvirtíðin við, so leingi arbeitt verður.
Um arbeiði byrjar í summarhálvárinum (frá 1/5 til 31/10 at rokna) áðrenn kl. 04 um morgunin, og í vetrarhálvárinum áðrenn kl. 05, verður ikki farið niður í løn, fyrr enn høvi hevur verið at fáa svøvn (við svøvni skilst at hava verið burtur frá arbeiðsplássinum í minst seks tímar).
Dømi: Um t.d. arbeiðið byrjar kl. 21 og varar til kl. 03, og byrjað verður aftur kl. 08-17, so skal ´yvirtíð 2´ latast allan dagin eftir. Hetta, tí tað stendur í sáttmálanum, at man skal hava haft frí í seks tímar.
1. mai, jólaaftan og nýggjársaftan eru heilir frídagar. Flaggdagin, páskaaftan, hvítusunnuaftan og 1. november eru hálvir frídagar. Hálvur frídagur merkir, at tú hevur frí seinnapart. Átrokandi arbeiði, sum verður gjørt 1. mai, jólaaftan, nýggjársaftan og eftir kl. 12 hesar dagar, verður lønt við dupultari normalløn, so leingi halgan varar.
Umframt hesar frídagarnar og 5 vikurs summarfrítíð hava arbeiðsfólk eisini rætt til 5 frídagar uttan løn, sum kunnu ásetast í samráð við arbeiðsgevaran.