Tá ið tú fert í nýtt starv, sum varar meir enn ein mánaða, og sum í miðal er meir enn átta tímar um vikuna, skalt tú hava setanarskriv frá arbeiðsgevaranum.
Setanarskrivið skal upplýsa:
- Navn og bústað arbeiðsgevarans og løntakarans
- Nær starvssetanin byrjar og hvussu leingi setanin varar, um hon ikki er óavmarkað
- Starvsstaðið
- Arbeiðstíð
- Starvsøki
- Starvsaldur
- Galdandi sáttmála
- Hvørjum felag tú ert í
- Løn, ískoyti herundir eisini eftirløn, trygging og líknandi
- Nær løn verður útgoldin
- Rætt løntakarans viðvíkjandi rindaðari frítíð
- Longd á uppsagnarfreistum
- Møguligar aðrar avtalur í sambandi við starvssetanina
Arbeiðsgevarin hevur sambært lóg skyldu at geva tær setanarskriv, sum inniheldur omanfyrinevndu viðurskifti. Kortini eru nógv, ið ikki fáa setanarskriv. Hevur tú arbeitt, men uttan setanarskriv, kanst tú biðja arbeiðsgevaran um setanarskriv. Hetta eigur tú at gera uttan mun til, hvussu leingi tú hevur verið hjá arbeiðsgevaranum.
Eru trupulleikar við at fáa setanarskriv, kanst tú venda tær til álitisfólkið á arbeiðsplássinum, sum kann taka málið upp við leiðsluna. Tú kanst eisini altíð venda tær til títt lokalfelag.
Arbeiðsgevari, sum ikki letur arbeiðsfólkinum setanarskriv kann dømast at gjalda arbeiðsfólkinum upp til 13 vikulønir og 20 vikulønir, um talan er um sera groft brot.