Um illa vil til, og ein limur hjá Føroya Arbeiðarafelag doyr, eigur eftirsitandi hjúnafelagi/sambúgvi ella børn undir 18 ár rætt til eftirsitiløn fyri tann mánaðin, tá viðkomandi doyr, og tríggjar mánaðir fram. Hetta er treytað av, at viðkomandi í minsta lagi hevur starvast í eitt ár hjá verandi arbeiðsgevara.