Arbeiðsformaðurin skal boða frá, tá ið mattíð er. Verður arbeitt yvirtíð, skal fráboðast áðrenn farið verður til døgurða. Verður ikki varskógvað áðrenn døgurða, verður nátturðatímin, sum í hesum føri skal liggja millum kl. 18 og 19 ikki frádrigin, um byrjað verður aftur kl. 19.
Hetta skal skiljast soleiðis, at um ikki boð eru givin um at arbeiða longur enn vanliga tíðin er, tvs. ávikavíst til kl. 17 ella til kl. 16 um ikki verður farið til døgurða, og arbeitt verður longur, so kemur seinra yvirtíðin í gildi aftaná tveir tímar. Um arbeitt verður yvir meir enn 1 tíma, so hava arbeiðsfólk rætt til náttverðatíma.