Í sáttmálanum stendur, at døgurðatíðin skal vara ein tíma og skal liggja millum kl. 12 og 13 verður arbeitt í døgurðatímanum, skal dupult normalløn verða goldin, tó sunnu- og halgidagar dupult sunnudagsløn.
Tað skal ongantið verða meir enn fýra tímar ímillum hvønn steðg. Á nógvum virkjum verður arbeitt frá kl. 08-16 og Føroya Arbeiðarafelag hevur givið frávik við hesum treytum: at matarsteðgurin skal verða millum kl. 12-13, hesin steðgur skal minst vera 20 minuttir uttan lønarmiss. Eisini skal ein steðgur vera áðrenn døgurða á minst 10 minuttir, og ein aftaná, sum eisini skal vera minst 10 min. Steðgirnir skulu roknast eftir at komið er inn í kantinuna. Tað vil siga, at tíðin tað tekur at koma til kantinuna skal ikki roknast upp í kaffi- og matarsteðgir.
Tá arbeitt verður soleiðis, skal møgulig yvirtíðin flytast tilsvarandi fram, t.v.s. fyrsta yvirtíð kemur í gildið kl. 16 og næsta yvirtíð kl. 20.