Álitisfólkið hevur rætt til at fáa frí frá arbeiðnum til at røkja uppgávur sínar sum álitisfólk. Skyldurnar hjá álitisfólkunum skulu fremjast soleiðis, at tað tarnar framleiðsluni sum minst. Leiðslan skal skjótast til ber hava boð um fráveruna. Í hesum føri, eins og tá leiðslan boðsendir álitisfólki um mál, sum hava við arbeiðarar ella arbeiðsviðurskifti at gera, skal álitisfólkið hava løn fyri ta tíð, tey eru úr arbeiði.
Uppsagnartíðin hjá álitisfólki er sambært sáttmálanum, sum viðkomandi er sett/ur eftir. Harafturat fær álitsfólki eina eyka mánaðarløn. Uppsøgnin skal grundgevast og bert fremjast av ávísari neyðugari orsøk. Stendst uppsøgnin av vinnuloysi er sama galdandi fyri álitisfólk, sum fyri vanliga arbeiðsfólkið annars.