Uppsagnir av fastløntum arbeiðsfólki skulu byggja á rímiligar grundir. Arbeiðsgevarin skal skrivliga grundgeva fyri uppsøgnini, um tann uppsagdi biðjur um tað. Grundgevingin kann krevjast, um tú hevur starvast í minsta lagi 9 mánaðir hjá arbeiðsgevaranum.
Er starvstíðin upp í eitt hálvt ár er uppsagnarfreistin: 1 mánaði til ein 1. í mánaðinum.
Er starvstíðin 6 mánaðir til 2 ár er uppsagnartíðin 2 mánaðir til ein 1. í mánaðinum
Er starvstíðin omanfyri 2 ár er uppsagnarfreistin 3 mánaðir til ein 1. í mánaðinum.
Fyri arbeiðsfólk er uppsagnarfreistin ein mánaða til ein 1. í mánaðinum.
Uppsøgnin skal vera skrivlig fyri báðar partar.