Uppsagnir av arbeiðsfólki skal byggja á rímiligar grundir. Arbeiðsgevarin skal skrivliga grundgeva fyri uppsøgnini, um tann uppsagdi biðjur um tað. Grundgevingin kann krevjast, um tú hevur starvast í minsta lagi 9 mánaðir hjá arbeiðsgevaranum.
Uppsagnarfreistin er tengd at starvstíðini. Fyri tímalønt arbeiði er uppsagnarfreistin frá arbeiðsgevara:
Undir 6 mánaða starvstíð 5 arbeiðsdagar
Yvir 6 mánaðar starvstíð 7 arbeiðsdagar
Omanfyri 1 ára starvstíð 10 arbeiðsdagar
Omanfyri 2 ára starvstíð 15 arbeiðsdagar
Omanfyri 3 ára starvstíð 20 arbeiðsdagar
Omanfyri 5 ára starvstíð 25 arbeiðsdagar
Sigur eitt arbeiðsfólk upp, sum hevur starvast meir enn tríggjar mánaðir, er uppsagnarfreistin fimm arbeiðsdagar, og hevur viðkomandi starvast meir enn seks mánaðir, er uppsagnarfreistin sjey arbeiðsdagar. Uppsøgnin skal vera skrivlig fyri báðar partar.