Tú hevur rætt til at fáa eina viðbót fyri starvsaldur, tá ið tú hevur arbeitt innan sama øki í trý ár. Føroya Arbeiðarafelag hevur starvsaldursviðbøtur fyri 3 ár, 5 ár, 7 ár, 9 ár og 11 ár. Um tú skiftir frá einum arbeiðsplássi til eitt nýtt arbeiðspláss, flytir tú starvsaldurin við tær, um tað er innan sama øki.
Bið tín fyrrverandi arbeiðsgevara um eina váttan, tá ið tú skiftir arbeiðspláss, hetta hevur arbeiðsgevarin skyldu at útflýggja tær.
Skiftir tú til dømis frá einum laksavirki til eitt flakavirki ella uppisjóvarvirkið, so fylgir starvstíðin í fyrra arbeiðnum við tær. Skiftir tú hinvegin arbeiðsøki, og fert frá t.d. at vaska skúla til at vera dagrøktari ella skiftir frá fiskivinnuni til at vera bussførari, so fylgir starvsaldurin ikki við, tí talan er um nýtt starvsøki, har tú ikki hevur royndirnar við tær. Starvsaldurin fylgir eisini við, um tú tekur ein steðg frá arbeiðnum, og byrjar aftur, um steðgurin er minni enn sjey ár.