Arbeiðast kann í skiftisvaktum. Arbeiðið skal skipast í tveimum vaktum, sum skulu vera átta tímar hvør. Vaktirnar skulu vera í nøkulunda eins stórum holdum, sum skiftast um vaktirnar hvørja viku.
Hetta merkir at arbeiðast kann í skiftisvaktum á vanligum flakavirkjum og á laksavirkjum. Tað vil siga bæði á virkjum har laksur verður kruvdur, og har tey skera laks. Um arbeitt verður í meir enn átta tímar, skal tað vera fyri yvirtíð, og verður arbeitt styttri, er vaktin brotin, og yvirtíð skal gjaldast.
Næsta holdið á eini skiftivakt fær eina viðbót á 11% av grundlønini umframt starvstíð.
Um onkur arbeiðir longri enn vaktin varar, skal viðkomandi hava yvirtíðarløn. Eftir fyrru vakt 35%, og eftir seinnu vakt 60%, um hetta er eftir midnátt.
Um skiftisvaktararbeiði er styttri enn trý samdøgur samanhangandi, verður hetta roknað sum vanligt arbeiði og goldið samsvarandi hesum - eisini hvørjum yvir- og nátttíð viðvíkur.
Tað merkir, at um arbeiði t.d. ikki er til meira enn tveir dagar og triðja dagin er bara nokk til eina vakt, so er tað ikki vaktararbeiði, men arbeiðast skal fyri vanliga løn og yvirtíð. Sunnu- og halgidagar skulu ikki bróta trý samdøgursregluna, t.v.s at vaktararbeiðið kann byrja fríggjadag og síðan aftur mánadag og týsdag.
Upplýsast skal 24 tímar frammanundan vaktarskiftið byrjar. Um ikki fráboðað verður innan ásettu freistina, so skal 1. yvirtíð gjaldast tann dagin fyri hvørt arbeiðsfólk á vaktini. Hetta, fyri at tað fyribyrgja, at virkir brádliga boða frá, at nú skal arbeiðast í vaktum.
Um vaktin verður avbrotin av einari ella aðrari orsøk (td. av tekniskum ávum ella um rávøra manglar), og tað tí ikki ber til at arbeiða ein heilan dag, tá byrjað verður at arbeiða, skal gjaldast fyri báðar vaktirnar allan dagin kortini.