Um tú hevur arbeitt, og gerst arbeiðsleys/ ur, hevur tú rætt til at fáa pening úr arbeiðsloysisskipanini.
Arbeiðsloysisstuðulin er í mesta lagi um 17.500 kr um mánaðin ella 80% av eini løn í eitt ár, síðani fellur útgjaldið niður á 75%. Umframt hetta kunna starvsfólk á fiskavirkjum fáa pening, teir dagar, ið einki arbeiði er. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Arbeiðsloysisskipanina. Sí meir á www.als.fo