Føroya Arbeiðarafelag hevur hjálpt limum við at fáa endurgjald fyri vinnusjúku. Ein vinnusjúka er sjúka, sum kemur av arbeiðnum ella arbeiðsumstøðunum. Tú kanst arbeiða í ringum umstøðum í longri tíð, áðrenn tú gerst varðugur við, hvørja heilsuliga ávirkan hetta hevur á teg. Vinnusjúkur kunnu vera hoyriskaðar, ryggtrupulleikar, lyftiskaðar o.s.fr. Sjófólk, flakafólk, vaskifólk og onnur, sum hava likamliga tung arbeiði, fáa oftari vinnusjúku.
Ein vinnusjúka er ikki tað sama sum arbeiðsskaði, sum er ein vanlukka, ið hendir á arbeiðsplássinum. Ein vinnusjúku kemur ofta líðandi. Ert tú í iva, um tú hevur eina vinnusjúku, so kanst tú seta teg í samband við felagið ella við vinnusjúkugrunnin.