Um tú gerst sjúk/ur kanst tú fáa dagpening úr sjúkradagpeningaskipanini hjá Almannaverkinum. Útgjaldið er 100% av tíni arbeiðsinntøku, tó í mesta lagi ein upphædd sum svarar til 80% av eini arbeiðaraløn. Veitingin verður vanliga roknað út frá miðalinntøkuni tær seinastu fimm vikurnar undan sjúkrameldingini.
Dagupphæddin er kr. 882,40 + 12% í frítíðarískoyti
Er eitt arbeiðsfólk fyri eini arbeiðsvanlukku, og má sjúkrameldast, ber eisini til at fáa stuðul frá sjúkradagpeningaskipanini. Útgjaldið er tað sama sum tað omanfyri nevnda. Harumframt verður 10% rindað frá arbeiðarafelag tínum og 10% av arbeiðsgevaranum í upp til 10 dagar.