Fært tú 11,2% í pensjón?

Sambært sáttmálanum rinda arbeiðsgevarar, umframt lønina, 11,2% av arbeiðslønini í eftirlønargrunnin. Hetta verður útgoldið í grunnin samstundis sum lønin verður goldin. Hetta eigur eisini altíð at vera útgreinað á lønarseðilinum.